Hósdagin í farnu viku handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum, síni krøv til nýggjan sáttmála fyri fíggjarstovnar og tryggingarfeløg. Tað skrivar Vinnuhúsið.
Verandi sáttmáli gongur út 1. mai, og nú partarnir hava handað krøvini, verða samráðingarnar tiknar upp aftur mánadagin 10. mars, tá ið næsti fundur er á skránni.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur útnevnt Jórun Gardar sum samráðingarleiðara.
##med2##
##med3##