Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir til annaðkvøld

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðast enn um nýggjan sáttmála.

 

Savnsmynd

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í dag longt sáttmálarnar til á midnátt í annaðkvøld, fríggjakvøldið 6. mai 2022.

 

Sáttmálin gekk út leygarkvøldið 30. apríl, men fyri vikuskiftið varð gjørt av at leingja sáttmálan fyrst til mánakvøldið, so týskvøldið, síðani mikukvøldið og síðani til í gjárkvøldið – og nú er hann aftur longdur í eitt samdøgur til í annaðkvøld á midnátt.

Sum in.fo skilir eru samráðingarnar ikki komnar á mál enn, og tí hava partarnir gjørt av at leingja sáttmálan til í annaðkvøld 5. mai á midnátt.

Vanligt er at leingja sáttmálarnar, meðan samráðingar eru. Men um so verður, at partarnir ikki semjast, so verða boð send eftir semingsmanni, sum vanliga útsetir eitt møguligt verkfall í eina viku. 

Men harumframt hava partarnir eina avtalu um fráboðanarfreist, sum sigur, at eitt møguligt verkfall skal lýsast við í minsta lagi 48 tíma freist. 

 

 

Savnsmynd