Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir

Hesa vikuna hava samráðingar verið millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. Partarnir hava í dag longt sáttmálan til mánakvøldið 2. mai á midnátt.

 

Ein møguligur arbeiðssteðgur hjá arbeiðarafeløgunum verður í fyrst lagi um slakar tvær vikur

Samráðingarnar halda fram mánadagin. Um partarnir framvegis samráðast, tá sáttmáling gongur út mánakvøldið, so kann hann verða longdur í nakrar dagar. Slitna samráðingarnar hinvegin, so verður semingsmaður vanliga tilkallaður. Og tá so er, so plagar semingsmaðurin at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.

 

Og tá tann vikan er farin, hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum eina avtalu um fráboðanarfreist, sum sigur, at eitt møguligt verkfall skal lýsast við í minsta lagi eini freist upp á tvey samdøgur.

 

 

 

Ein møguligur arbeiðssteðgur hjá arbeiðarafeløgunum verður í fyrst lagi um slakar tvær vikur