1. Jákup Mikkelsen, B36 (38 dystir/0 mál)
Óivað verður keðiliga og óneyðuga brotssparkið tað, sum Jákup fer at minnast best frá dystinum, men sum málverji er veruleikin ofta, at mistøkini eru tey, sum koma at standa sterkast í myndini. Hevði í fyrra hálvleiki eisini eini tvey smærri mistøk, sum hann tó slapp væl frá, men váti vøllurin gav heldur ikki bestu fyritreytirniar fyri ein málverja. Og við eini framúrskarani dupulbjarging móti lesum írum forðaði hann eisini fyri, at írski sigurin gjørdist óneyðuga nógv størri.
2. Súni Olsen, GÍ (20/1)
Váti vøllurin setti stór krøv til bóltførleikan, og í so máta var Súni kanska tann á føroyska liðnum, sum hevði minstu trupulleikarnar. Men tá spælið tekniskt verður lagt somikið høgt, sum Súni ger tað, so tóktist tað til tíðir nakað hasarderað, sum hann fekst við. Í einum trimum førum fyri steðgin var eisini um reppið, at hetta kostaði, men í tveimum av hesum førunum var Súni eisini sjálvur maðurin, sum vann bóltin aftur. Hevði aftur hesaferð eina frísparksroynd, sum tíverri varð blokkerað av føroyska partinum í múrinum.
3. Atli Danielsen, KÍ (10/0)
Hevur leingi bankað upp á dyrnar við eini umbøn um fast pláss millum teir fyrstu ellivu, og tað plássið er avgjørt komið heilt nær eftir teir báðar seinastu landsdystirnar. Eina einstaka ferð tíðliga í dystinum var um reppið, at háli vøllurin gav írum ein ókeypis møguleika, men í mest sum allar aðrar mátar var ikki ein fingur at seta á spælið. Heldur ikki í avspælinum hevði hann nevniverdugar trupulleikar, og tað var ein av orsøkunum til, at Føroyar ofta fingu spælt seg niðan á vøllin.
4. Johan Byrial Hansen, Horsens BK (13/0)
Hevði á høgra bakki - á pappírinum - truplastu føroysku uppgávuna, har hann skuldi taka sær av Damien Duff úr Chelsea. Men tað var avmarkað, hvat bóltsnillingurin hjá írum fekk gjørt í dystinum. Aloftast sat Johan sera tætt í honum, og um ikki, so megnaði hann aloftast skilagott at skerma av, soleiðis at kviki vongurin ikki kom at baklinjuni. At hann er vanur at spæla á grasi kom eisini greitt til sjóndar á trupla undirlendinum, og hartil vóru trupulleikarnir í avspælinum munandi minni hesaferð, enn teir áður hava verið. Hevði tó óhepnan leiklut við seinna írska málið, tá hann ikki fekk stútað ordiliga burtur.
6. Rógvi Jacobsen, KR (32/6)
Fekk einki mál hesaferð, soleiðis sum hann annars hevur havt fyri vana, men arbeiðsavrikið á miðvøllinum kundi ikki ein fingur setast á. Bæði á jørðini og í luftini vann hann hópin av bóltum, og í flestu førunum megnaði hann eisini sera skilagott at sleppa sær av við bóltin. Serliga fyri steðgin var hann millumstøð í nógvum av tí, sum føroyingar skaptu, og fekk hann soleiðis prógvað, at hann er ein spælari, sum vit kunnu brúka á flestu støðunum á vøllinum.
7. Fróði Benjaminsen, B36 (32/2)
Liggjandi beint yvir av Roy Keane fekk Fróði veruliga roynt seg á kropsliga økinum, og tunga mótstøðan hevði eisini við sær, at Fróði í nógvar mátar ikki var heilt so eyðsýndur, sum vit ofta hava sæð hann á landsliðnum. Var tó kortini við í nógvum av tí, sum Føroyar skaptu, og hóast eitt gult kort kanska dempaði tacklingarnar nakað, so sluppu mótstøðumenninir á ongan hátt lætt kortini. Tungi vøllurin og tunga uppgávan fóru tó at merkjast, sum dysturin leið, og tí var útskiftingin náttúrlig, tá venjararnir vildu hava meira ferð á føroyska spælið.
8. Julian Johnsson, B68 (61/4)
Var aftur á liðnum eftir leikbann, og tó at talan var um heldur óvandan leiklut í høgru síðu, so varð hendan fyri tað heilt nógva loyst til UG. Hevði fyri steðgin fleiri góðar djúpar renningar, sum høvdu hug at taga írsku verjuna sundur, og fleiri ferðir gav hetta eisini úrslit í antin innleggum, hornasparki ella føroysku innkasti. Royndi at halda á í sama spori eftir steðgin, men tað tóktist tó greitt, at hann treivst betri í leiklutinum, sum hann fekk seinastu 10 minuttirnar, tá hann aftur varð fluttur á sentrala miðvøllin.
10. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (5/1)
Hevði hesaferð leiklutin sum føroyska bindiliðið millum miðvøll og álop, men onkursvegna tóktist hann ikki trívast eins væl í hesum, sum tá hann er í síðuni. Er ikki typan, sum er so góður at spæla við rygginum móti málinum, og tí kom hann í ávísum førum at seinka føroyska spælinum. Arbeiddi tó sera hart alla tíðina, sum hann var á vøllinum, og í einum tveimum førum var hann eisini um reppi at koma til beinleiðis møguleikar.
11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (18/1)
Var aftur hesa ferð valdur sum fremsti áleyparin, og fyri tað nógva sannførdi hann eisini um valið. Megnaði væl at dekka bóltin, tá hetta kravdist, eins og hann var góður at spjaða spælið út til síðurnar, eftir at miðvøllur og verja høvdu spælt beint upp. Var eisini fyri steðgin ein av teimum, sum hevði hug at toga allar liðfelagarnir upp eftir hárinum, soleiðis at tað ómøguliga kundi avrikast, og hevði á tann hátt veruliga tænt fyri seg, tá hann varð skiftur út stutt eftir steðgin. Vit kundu tó ynskt, at hann eisini átti eitt høgra bein, tá Claus tíðliga í dystinum legði út frá, men ta ferðina vildi Andrew fyrst royna at fáa bóltin yvir á »rætta« beinið.
13. Óli Johannesen, TB (72/1)
Setir dystarmet, hvørja ferð hann ferð á vøllin fyri Føroyar, og tað er einki, sum bendir á, at hetta metið ikki verður toygt nakað væl meira. Stýrdi bæði verju og off-side felluni við kønari hond, og tá fysiskir nærdystir kravdust, var tað heldur eingin trupulleiki. Hevur tó ofta lyndi at gera nøkur kanska óneyðug fríspørk, men verða hesa framhaldandi gjørd somikið langt uppi á vøllinum, sum talan var um mikukvøldið, so er tað ikki nakað, sum dregur niður. Nærum tvørturímóti, so er hetta onkursvegna við til at undirstrika, at okkara menn ongantíð fara at geva seg við góðum.
14. Heðin á Lakjuni, KÍ (13/1)
Var heldur óvæntað settur millum teir fyrstu ellivu, men sannførdi í ríkiligt mát um, at hann er eitt veruligt alternativ til kantplássið. Hevði bæði viljan, dirvi og skjótleikan til at bjóða av, og fekk á tann hátt noytt írar at ansa sær eitt sindur í annars treytaleysa trýstinum, sum teir høvdu í hyggju at fremja. Kom somuleiðis væl við í djúpu renningum sínum, og bara nakrir sentimetrar forðaðu honum í at leggja Føroyar á odda fyri steðgin. Eftir steðgin gjørdust umstøðurnar nakað truplari, men hann royndi støðugt at arbeiða bæði út á kantin og inn í vøllin. Og hann átti eisini bestu føroysku royndina eftir steðgin.
9. Jákup á Borg, HB (39/2)
Fyri fyrstu ferð síðani heystið 2000 skuldi Jákup byrja ein dyst av beinkinum. Fekk tó seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, og tó at tað ikki er long tíð í fótbólti, so tóktist hann fella væl inn í spælið. Fekk eisini á tann hátt víst, at hann so avgjørt ikki ætlar at lata sessin á høgra miðvølli frá sær við góðum.
12. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (22/2)
Kom á vøllin seinasta hálva tíman, tá føroyska liðið hevði trupla uppgávu at reisa eftir 2-0 málið. Arbeiddi tó alla tíðina væl, og var eisini um reppið at koma fram til nakrar møguleikar. Ikki minst, tá hann bara var eitt fet ov stuttur til at fanga sløsusta írska afturlegging.
17. Tór-Ingar Akselsen, HB (3/0)
Varð settur á vøllin seinastu løtuna, tá meira ferð skuldi fáast í føroyska álopsspælið. Tóktist tó ikki hava eins lætt við at fella inn í dystin, sum hinir føroysku innskiftararnir.










