- Satt fornøjelse at spæla

– Beint nú eri eg ógvuliga stoltur av at vera partur av hesum nýggja landsliðnum, sum tit rópa tað. Tað var eitt satt fornøjelse at spæla, tá innsatsurin var so fantastiskur, sigur liðformaðurin, Óli Johannesen

Tbilisi, Georgia: Óli Johannesen var ein errin liðformaður, tá vit fingu hála hann til síðis eftir dystin í gjár.
– Vit fingu ein uppsang í steðginum, og settu okkum fyri at bøta um avrikið. Tað gera vit hvørja ferð, men vánaligu úrslitini hava gjørt, at vit hava sagt við hvønn annan, at eingin hangur við høvdinum, fortelur Óli Johannesen, sum var í góðum lag, hóast úrslitið ikki heilt passaði honum.
– Eg eri ógvuliga vælnøgdur við avrikið, úrslitið eri eg ikki nøgdur við. Men beint nú eri eg ógvuliga stoltur av at vera partur av hesum nýggja landsliðnum, sum tit rópa tað. Tað var eitt satt fornøjelse at spæla, tá innsatsurin var so fantastiskur, sigur Óli Johannesen, sum endaði dystin við at gera brotsspark.
– Tað er lætt hjá mær at siga nei, tað var ikki brotsspark, men eg spurdi tann sum datt, og hann risti við høvdinum og segði, at talan ikki var um brotsspark, sigur Óli Johannesen, liðformaður á føroyska landsliðnum.