Chili: Chilenski útflutningurin av aldum laksi fyrstu 9 mánaðirnar í ár er øktur við 31% í mun til somu mánaðir í fjør. Í hesum tíðarskeiði útflutti Chili laks fyri tilsamans 1,5 miljardir dollarar, sum er 352 miljónir dollarar meira enn árið fyri.
USA, Japan og Evropa eru londini, sum keypa meginpartin av chilenska laksinum. USA keypir 39%, Japan 29 og ES-londini 14%.
Japan hevur annars leingi verið týdningarmesti marknaðurin hjá Chili fyri royktum laksi, men nú spáa keldur í vinnuni, at USA helst skjótt tekur hendan leiklut, eisini við royktum laksavørum úr Chili.