Satsa upp á heiðursmerki

Við sigrinum á GÍ fekk NSÍ skútuna aftur á beint, eftir at liðið í teimum báðum undanfarnu dystunum hevði latið 9 mál ígjøgnum. Eitt avrik, sum avgjørt ikki styðjar upp undir eina vón um at gerast partur av oddinum.
Og við teimum fimm taptu stigunum í hesum báðum dystunum í mentu, er einki at ivast í, at iðranin í Runavík er enn størri, tí fimm stig er júst tað, sum NSÍ nú hevur upp til oddasessin.
Tá vit eftir dystin í Gøtu høvdu orðið á Helga L. Petersen, tóktist hann tó ikki hava nakran serligan hug at dvølja við tað, sum er farið.
- Enn eru 12 stig eftir at spæla um, og okkar mál er púra greitt, at vit vilja striðast um heiðursmerki. Tað er sjálvandi langt ífrá víst, at vit hava nakran møguleika at gerast fremstir. Men vit hava so Skála næstu ferð, og tú skalt ikki vera nakar roknimeistari fyri at síggja, at har hava vit tørv á øllum stigunum. Gera vit tað, so sær tað eisini eitt sindur ljóst út. Í øllum førum skulu bæði Skála og B36 til Eiðis, og í seinasta dystinum spæla HB og B36 innanhýsis. So tey fáa ikki fult stigatal øll somul í seinastu dystunum, og vinna vit móti Skála næstu ferð, so eru vit betri innanhýsis í mun til bæði Skála og B36. So vit hava langt ífrá mist mótið, tá tosað verður um heiðursmerki, sigur Helgi at enda.