Satchwell stórspældi tá KA vann seg í íslendsku steypafinaluna

Liðið hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg, KA skal spæla steypafinalu leygardagin klokkan 16

Leygardagin klokkan 16 spælir føroyingaliðið, KA steypafinalu móti Vali.

 

Tað er veruleiki aftaná ein ótrúliga sigur hjá KA aftaná 2 x 5 minuttirs longda leiktíð. Við fáum sekundum eftir bjargaði føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell við støðuna 27-27. Beint áðrenn tíðin fór sendi Arnar Freyr Ársælsson bóltin í málið hjá Selfossi til endaligu støðuna 28-27, og so kundu Nicholas Satchwell, Allan Norðberg og hinir í KA stórfegnast.

 

Nicholas hevði 18 bjargingar, harav var eitt bjargað brotskast. Allan Norðberg skoraði fýra mál fyri KA í kvøld. Umframt Nicholas var Óðinn Þór Ríkharðsson stóri spælarin hjá KA. Hann skoraði ikki færri enn 12 mál fyri KA í kvøld.

 

KA kundi havt vunnið hálvfinaluna í vanligu leiktíðini tá teir móti endanum vóru á odda 23-19, men tað eydnaðist Selfossi at koma afturíaftur og javna til 23-23, og harvið senda dystin til longda leiktíð. Men tað endaði alt lukkuligt hjá KA kortini. 

 

Gongdin í dystinum Selfoss-KA: 1:2, 2:2, 5:4, 6:6, 8:9, 11:11, 13:14, 15:16, 16:20, 18:22, 19:23, 23:23.26:26, 27:28

 

KA verður "underdog" í steypafinaluni. Valur vann stórsigur 37-27 (16-14) á FH í hinari hálvfinaluni. So KA fær nóg mikið at síggja til.