Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu norsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF vunnu á heimavølli í Åsane Arena í Bergen ein ógvuliga kærkomnan sigur.
Viking TIF, ið liggur aftast í deildini hevði vitjan av Sandnes, og eydnaðist tað Viking at vinna dystin 30-26. Í steðginum var Viking á odda 14-13.
Viking er framvegis aftast í deildini, men nú við fimm stigum. Teir høvdu bert trý stig undan dystinum í kvøld.
Nicholas bjargaði 44 prosent av málroyndunum ta tíðina hann vardi málið hjá Viking. Kappingarneytin, Christian Lyngbø bjargaði 37 prosent av málroyndunum ta tíðina hann vardi málið.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu í Sør Amfi høllini tepurt 28-30 fyri heimaliðnum, Arendal. Í steðginum var Bækkelaget á odda 14-13.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við níggju stigum.
Tað gekk misjavnt hjá Kjartani. Hann legði upp til fimm mál hjá liðfeløgunum, men upp á fimm málmøguleikar eydnaðist tað honum ikki at fáa bóltin framvið málverjanum hjá Arendal.
Í morgin klokkan 17.30 tekur liðið hjá Bjarna í Selvindi, Helga H. Hoydal og Tróndi Mikkelsen, Kristiansand móti Nærbø á heimavølli.
Sunnudagin spælir Bækkelaget móti toppliðnum, Elverum á útivølli. Sama dag tekur Viking TIF móti Fjellhammer á heimavølli.