Satchwell og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

Tað var tungt hjá Viking TIF í heimadystinum móti Runar Sandefjord í kvøld

Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Vikingi TIF í bestu norsku hondbóltsdeildini, ið hevur Sonna Larsen sum høvuðsvenjara tók í kvøld móti Runar Sandefjord á heimavølli. 

 

Runar vann stórsigur 37-23. Í steðginum var Runar á odda 19-11.

 

Nicholas sum kappast við Christian Morillo Lyngbø um at verja málið hjá Viking TIF bjargaði sjey av 23 málroyndum.

 

Viking TIF er næstaftast í deildini við trimum stigum fyri átta dystir.

 

Komandi leygardag verður føroyingauppgerð í Kristiansand. Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand taka ímóti Viking TIF á heimavølli.