Keypir tú jólagávur?
- Eg keypi jólagávur, ikki so nògvar longur, men børnini og foreldrini fáa jólagávu.
Levi Ryggshamar Mørk sigur, at hann heldur jól á Gran Kanaria saman við einum systkinabarni.
- Ætlanin er at koma saman jólaaftan við øðrum føroyingum og norðurlendingum, so vit vera nøkur. Hinvegin er familjan stór í Vági, so tað hevði verið ynskiligt, at hildið jól har. Men, so verður ikki í ár. Eg eigi fýra børn, og tvey av børnunum eru nógv í Vági, og tey koma so ein túr til nýggjárið, og tá eri eg eisini komin heim aftur.
Hann sigur, at jólini hava stóran týdning fyri hann og familjuna, og tað hava jólini altíð havt. Tað er ikki sørt, at jólini í barnaheiminum í Vági vekja minnir.
- Vit eru átta systkin, so eg minnist aftur á fram úr løtur við at pakka upp jólagávur og at dansa um jólatræið og at fara í kirkju.
Levi Ryggshamar Mørk sigur, at heima í Vági eta tey altíð dunnu jólaaftan, og hann sigur, at mamman elskar jól og jólaprýði, og tí er eisini alt barnaheimið prýtt við jólanissum og øðrum.
- Jólini eru jú nakað heilt serligt og kensluborið. Hetta fari eg sjálvandi at sakna, nú eg havi valt at halda jól í Playa Del Ingles á Gran Kanaria. Men, eg trùgvi og vænti, at vit fáa eini hugnalig jól.
Hann vísir á, at pápi hansara hevur føðingardag hin 23. desember, so tað hevur altíð verið føðingardagur fyri honum tollaksmessudag, og tá byrja jólini í Vági, sum hann tekur til.
- Hetta er altíð ein serlig løta og serligur dagur, og hetta saknaði eg tollaksmessudag.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað eru nógv ting, sum hava verið góð fyri meg og tey nærmastu í hesum árinum. Tað, sum hevur frøtt meg mest, er, at tann eina dóttirin, sum spælir við føroyska U17-landsliðnum í hondbólti, kláraði seg sera væl yvir í Georgia til EM-undankapping.
Levi Ryggshamar Mørk vísir á, at dystirnar vórðu sendir beinleiðis, og hann sat við tárum og fylgdi við. Hann sigur, at hetta vóru ógloymandi og sera rørandi løtur, sum eg aldrin gloymi.
- Hinvegin og ikki at gloyma, at hon nú spælir hondbólt við besta U17 liðnum hjá GOG, har nógvar av teimun ungu, sum hon spælir saman við, eru á danska U17 landsliðnum.
Hann fegnast eisini um, at hini børnini klára seg væl, og at foreldrini bæði eru nógv betri fyri nú heilsuliga eftir nøkur strævin ár.
- Sjálvsagt eru tað nógv góð minnir, sum hava fest seg. Eitt nú, at yngsta systirin Rini og Tórður blivu gift í summar.
Levi Ryggshamar Mørk sigur, at hann eisini fegnast um góðu gongdina í Vági, har nógv verður gjørt reint politiskt, eitt nú við betri íttróttarkarmum. Barnagarðurin hevur fingið nýtt spælipláss, og kommunan hevur keypt ungdómshúsið.
- Hetta eru stór stig fyri trivnaðin hjá børnum og ungum í Vági. Umframt at nógvar aðrar spennandi verkætlanir eru í gongd og fara at koma í 2020.
Hvat var tað ringasta, sum hendi í 2019?
- Tað ringasta fyri meg í 2019 er, at eg varð sagdur úr arbeiði orsakað av einum arbeiðsskaða. Hóast arbeiðsplássið gjørdi alt gott fyri meg, var eg ikki førur fyri at arbeiða orsakað av skaða í høgra handliði, og boðini frá serlæknum eru ikki góð. So, eg noyðist at finna út av, hvat nú hendir.
Levi Mørk Ryggshamar vísir á, at tað eisini eru nøkur av hansara vinfólkum og familju, sum tíverri ikki eru her longur, og hetta setti eisini síni spor í árinum.
- Annars havi eg tað gott og havi nógv at takka fyri, og eg vil eisini ynskja øllum eini gleðilig jól og Guds signing.