Ein dómstólur í amerikanska statinum Texas er komin til ta niðurstøðu, at Michael Morton var ósekur, tá hann í 1987 varð dømdur fyri at hava bukað konu sína so illa, at hon doyði.
Úrskurðurin ber í sær, at Michael Morton nú er sloppin úr fongslinum, har hann hevur sitið í næstan 25 ár.
Tað eru DNA-royndir, sum hava víst, at tað var ein annar maður, sum myrdi konu Michael Morton. Myndugleikarnir hava ikki upplýst, hvør tann veruligi drápsmaðurin er, men teir siga, at hann myrdi eina aðra kvinnu árið eftir, og at hann hevur gjørt um seg í fleiri statum.