Jannicke Mikkelsen vitjar Norðurlandahúsið í sambandi við Rúmdardagar fyri at greiða frá lívinum við dreymum, stjørnum og rúmdarrakettum sunnudagin 22. februar kl. 13:00 fyri børnum og kl. 19:30 fyri vaksnum.
Søgan hjá Jannicke Mikkelsen er fantastisk. Tá hon var ung genta, varð hon noydd at sita í koyristóli í fimm ár orsakað av einum ríðióhappi. Samstundis droymdi hon um at gerast rúmdarfari, og sendi sostatt eina umsókn til NASA. Hóast leiðin upp til stjørnurnar var long og trupul, eydnaðist tað, og at enda kundi hon bæði ganga aftur og blíva fyrsti rúmdarfari úr Noregi.
Sum skipari á Fram2-rúmdarferðini hevur hon ferðast í ringrás um jørðina meira enn 50 ferðir og sæð Noreg langt uppifrá. Til vitjanina í Norðurlandahúsinum verður fyrst eitt tiltak fyri børn sunnudagin 22. februar kl. 13, har tey kunnu seta alskyns spurningar um alheimin, lívið hjá einum rúmdarfara og rúmdarferðir – og sjálvandi verður eisini møguligt at taka eina mynd saman við einari veruligari rúmdarhetju.
Seinni sama dag, sunnudagin 22. februar kl. 19:30, verður fyrilestur fyri vaksin, har Jannicke fer at fortelja um sína serstøku ferð út í rúmdina, um dreymar, ið krevja dirvi, og um at tora at hugsa stórt og at spreingja tey mørk, vit halda vera til. Áskoðararnir fáa møguleikan at síggja heimin við nýggjum eygum og fáa íblástur frá einum slóðbrótara, sum hevur granskað rúmdina og dokumenterað tað ókenda í síni yrkisleið sum virðisløntur filmsframleiðari.
##med2##
Vitjanin hjá Jannicke Mikkelsen er partur av Rúmdardøgum, einum vikuskiftisfestivali í Norðurlandahúsinum, har gestir kunnu uppliva alt frá interaktivum rúmdarferðum við VR-brillum til musikalskar og listaligar upplivingar við íblástri úr rúmdini.
Atgongumerki kunnu keypast her: https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/rumdardagar












