Eitt torskilt mál um svik er fyri í Føroya Rætti í hesum døgum.
Ákæruvaldið hevur drigið ein fyrrverandi stovnsleiðara í rættin og ákært hann í trimum førum at hava umbiðið arbeiði frá fyritøku, har hann sjálvur var stjóri, fyri síðani at bæði vátta arbeiðið og leysgeva gjaldið.
Málið er eisini eitt sindur tekniskt. Mannagongdin er, at stovnsleiðarin váttar rokningina, meðan eitt annað starvsfólk leysgevur hana til útgjald. Leiðarin er ákærdur fyri at hava nýtt leysgevingarlykilin hjá viðkomandi starvsfólkinum at leysgeva rokningarnar við.
Talan er um tríggjar rokningar upp á tilsamans 82.000 krónur, sum stovnsleiðarin bæði hevur váttað og leysgivið til útgjald. Talan er um, at stovnsleiðarin hevði biðið ein mann um at byggja stovninum ein skúrð. Trupulleikin er bara, at hesin maðurin fyrr hevur arbeitt hjá fyritøkuni hjá stovnsleiðaranum, og ikki bara tað: hann hevði enntá yvirtikið fyritøkuna.
Og fyri at gera ilt verri, so stóð stovnsleiðarin framvegis sum stjóri í felagnum.
- Men hetta var ein teknisk detalja, sum grannskoðarafyritøkan mælti til, eftir sum eg eri í familju við nýggja stjóran í fyritøkuni. Tað var lættari at bíða við skiftinum til árið var uppgjørt, var grundgevingin hjá grannskoðara fyritøkuni, segði ákærdi maðurin í rættinum.
Fann bara portalin
Ákæruvaldið førdi nøkur vitnir, bæði verandi og fyrrverandi starvsfólk. Eisini tað fyrrverandi starvsfólkið, sum átti uppgávuna, at leysgeva rokningar til útgjald.
Um tað starvsfólkið greiddi ákærdi stovnsleiðarin frá, at hon dugdi ikki við teldum, og hevði tí biðið hann um at leysgeva rokningarnar til útgjald.
Hetta váttaði vitnið fyri so vítt, bara við tí muni, at hon segði seg ongantíð hava fingið at vita, at tað var hennara ábyrgd at leysgeva rokningarnar til útgjald.
Ákærin vildi hava at vita, um hon ikki hevði veirð til eitt telduskeið í Mentamálaráðnum og tað játtaði hon.
- Men tað skilti eg einki av. Eg visti snøgt sagt ikki, hvat skeiðið gekk út uppá, segði vitnið.
Hon váttaði, at hon hevði fingið eitt loyniorð, men visti annars ikki, hvat tað var gott fyri. Hon hevði heldur ikki fingið at vita, at loyniorðið var persónligt, men mintist seg ikki at hava givið stovnsleiðaranum tað.
Hon váttaði tó, at tær fáu ferðirnar, hon hevði leysgivið rokningarnar til útgjald, hevði stovnsleiðarin hjálpt henni.
- Eg dugdi at finna portalin á telduni, men tað var eisini alt, staðfesti hetta vitnið í rættinum.
Tað undraði verjan, at løgreglan ikki hevði víst hesum vitninum tær tríggjar rokningarnar, sum eru viðløgd sum skjøl í málinum.
Eigarin ikki avhoyrdur
Málið varð ikki avgjørt hendan dagin í rættinum. Løgreglan hevði – óvist hví – ikki avhoyrt ein ógvuliga sentralan persón í málinum, nevniliga nýggja eigaran av fyritøkuni, sum hann hevði keypt frá stovnsleiðaranum. Væl at merkja áðrenn umrøddu rokningar og arbeiði var gjørt.
Ein stórur spurningur í málinum var, hví talan var um tríggjar rokningar, og hví hin eina var púra skeivt skrivað í mun til tað arbeiði, ið var útført. Hóast nýggi eigarin av fyritøkuni var hin einasti, sum kundi svara hesum týdningarmikla spurningi, hevði løgreglan sum sagt ikki avhoyrt hann og ákæruvaldið ikki innkalla hann.
Semja var kortini um millum ákæra og verja, at hesin maðurin átti at avhoyrast, men tað var eisini semja um, at løgreglan átti at avhoyra hann fyrst.
Málið varð tí útsett, til løgreglan hevði fingið hetta frá hondini.
Skoytast kann uppí, at eina rokningin var forklárað við, at stovnsleiðarin kendis eg illa viðfarnan at ráðnum hann arbeiddi undir, og gjørdi tí av at taka seg betaltan fyri at grava út fyri skúrðinum og stoypa fundamentið. Eitt arbeiði, hann upprunaliga hevði ætlað at gjørt sjálvboðið, men sum hann nú hevði biðið nýggja eigaran um at senda rokning fyri sína vegna. So varð upphæddin løgd oman á restkeypið av fyritøkuni.
Og har stendur málið fyribils, til rætturin hevur hoyrt frágreiðingina av nýggja stjóranum í fyritøkuni.











