Fyri løtu síðani ringdi ein maður til løgregluna, og boðaði frá, at hann var komin fram á ein bil, sum stóð parkeraður.
Men tað sermerkta við hesum var, at ein maður sat ov svav við róðrið. Løgreglan kom á staðið og kundi staðfesta, at maðurin sat avdottin við róðrið.
Hann varð tikin og skuldsettur fyri at koyra við kenning. Hann varð eisini koyrdur til lækna at taka blóðroynd fyri at fáa staðfest, kvussu ávirkaður hann var.