Flogfarið hjá SAS úr Keypmannahavn í morgun hevur enn ikki sett seg í Vágum.
Sambært ferðaætlanini skuldi flogfarið lenda klokkan 11:30, men tað fekk ikki sett seg. Tað hevur flogið uppi yvir síðani, men tykist nú at vera farið avstaðaftur.
Men tað var eingin trupulleiki hjá Atlantsflog at lenda. Flogfarið hjá Atlantsflog setti seg klokkan 12:18 - meðan flogarið hjá SAS fleyg uppiyvir.
Flogførini hjá Atlantsflog eru útgjørd við serligari navigatiónsskipan, sum ger, at tey fáa sett seg í verri sýni, enn sama slag flogfarið hjá SAS, sum ikki hevur hesa navigatiónsskipan.
Í skrivandi nærkast flogfarið hjá SAS Stavanger í Noreg. Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur tað nú til at lenda klokkan 14:14.
Tað ber til at fylgja flogferðslu á Flightradar24.com