SAS stóran áhuga millum tingfólk

Spurningarnir vóru nógvir um møguliga flúgving hjá SAS millum Vágar og Keypmannahavn. Føroyska avgerðin fellur mánadagin

At SAS hevur boðað frá, at tey ætla sær at flúgva millum Keypmannahavn og Vágar, hevur ómetaliga stóran áhuga millum tingfólk.

 

Summi tingfólk halda, at kappingin frá einum so stórum kappingarneyta, sum SAS, fer at hótta Atlantsflog, meðan onnur halda, at kappingin fer at geva føroyingum betri tænastur og bíligari ferðaseðlar.

 

Landsstýrismaðurin, sum umsitur málið, Poul Michelsen, Framsókn, segði undir orðaskiftinum, at svarið verður klárt mánadagin, tá ið tað verður lagt fyri á landsstýrisfundi og síðani allmannakunngjørt.

 

Onnur tingfólk, millum onnur Magni Arge, Tjóðveldi, vísti fleiri ferðir á, at skulu SAS og Logan sleppa at flúgva til Føroyar, so eigur landsstýrið eiwsini at samráðast so, at Atlantsflog kqnn sleppa at flúgva rutuflúgving millum destinatiónir í ES,

 

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, helt, at vit eiga at ansa eftir Atlantsflog nú.

 

-Tað er ov seint at fara at vitja, tá ið felagið liggur á deyðastráð, segði hann