Tað gongur framvegis ikki nóg væl hjá skandinaviska flogfelagnum SAS, og tí noyðist felagið at spara tvær milliardir svenskar krónur afturat í rakstrinum. Tað kom fram, tá felagið legði roknskapin fyri 2009 fram í Stockholm í morgun.
Har sást, at SAS hevði næstan tríggjar milliardir svenskar krónur í halli í fjør, og tað úrslitið var munandi verri, enn greinarar høvdu væntað.
SAS fekk í fjør seks milliardir svbenskar krónur í nýggjum kapitali við at selja partabrøv, og leiðslan sigur, at felagnum tørvar fimm milliardir svenskar krónur afturat í hesum árinum.