SAS og Logan sleppa at flúgva

Vinnumálaráðið mælir til, at bæði SAS og Logan Air sleppa at flúgva til Føroyar

Hóast treytir verða lagdar við, so mælir vinnumálaráðið til, at bæði skandinaviska flogfelagið SAS og skotska felagið Logan Air skulu sleppa at flúgva millum ávikavist Keypmannahavn og Vágar og Aberdeen og Vágar.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, legði í morgun eitt upprit fyri  landsstýrið har mælt verður til, at feløggini sleppa at flúgva.

 

-Vit hava lagt nakrar treytir við. Millum annað at bonusskipanirnar sum eru galdandi fara at halda fram umframt. at vit treyta okkum eina javnbjóðis kapping, sigur hann.

 

SAS fer at flúgva á høvuðsrutuni hjá Atlantsflog og kappast við føroyska felagið. Tí var tað heldur lættari at lata Logan Air loyvi, tí Atlantsflog ikki flýgur til Aberdeen.

 

-Men fortreytirnar eru, at talan verður um eina javnbjóðis kapping og at loyvini verða endurmett, tá ið ein tíð er fráliðin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Flúgvingin er danskt málsøki, so tað eru danskir myndugleikar, sum skulu geva endaligu loyvini.