SAS missir nógvar pengar

Óhappini teir seinastu dagarnar kosta skandinaviska flogefelagnum nógvar pengar Eftir tilmæli frá verksmiðjuni hevur SAS gjørt av at gevast við allari flúgving við teimum kanadisku Dash-flogførunum, og tað kostar felagnum millum 8 og 12 mió. krónur um dagin. Tølini eru frá SAS sjálvum.

Harafturat fellur virðið á partabrøvunum í SAS orsakað av óhappunum. Í gjár fall virðið fýra prosent og í dag eitt prosent afturat.

Fleiri fýlast á, at SAS hevur brúkt Dash-flogførini, hóast trupulleikar hava verið við hesum flogførunum í fleiri ár. Summi fýlast eisini á, at Statens Luftfartsvæsen hevur góðkent tey kanadisku flogførini.