SAS lagt undir njósning

Í Noregi hevur bakmanspolitiið lagt sak ímóti flogfelagnum SAS, sum er skuldsett fyri ídnaðarnjósning.

Bakmanspolitiið vil vera við, at starvsfólk hjá SAS høvdu sníkt seg inn í telduskipanina hjá norska flogfelagnum Norwegian, og at SAS síðani hevði lagt sínar ferðaætlanir og prísir út frá teimum upplýsingunum. Norska kappingarráðið sigur seg eisini hava funnið skjøl, sum vísa, at SAS hevði atgongd til telduskipanina hjá Norwegian. Málið hevur verið til kanningar í seinastuni, og í gjár gjørdi bakmanspolitiið av at stevna SAS fyri ídnaðarnjósning.

Í Norwegian hava tey roknað seg fram til, at felagið kann hava mist meiri enn 110 milliónir krónur í beinleiðis inntøkum og mistum marknaðarparti, tí kappingarneytin hevði sníkt seg inn í felagsins telduskipan.