SAS koyrir 560 flogskiparar úr starvi

SAS boðaði í apríl frá, at umleið 5000 fólk vóru uppsøgd. Av teimum eru 560 flogskiparar, skrivar SVT.

SAS sigur 560 flogskiparum í Danmark, Svøríki og Noreg farvæl. Tað skrivar SVT.

Uppsøgnirnar eru ein partur av eini spariætlan, sum varð kunngjørd í apríl sum ein avleiðing av koronukreppuni.

Tað varð sagt, at uppsigast skuldu 5.000 fólk – harav 1700 í Danmark.

Tað er umleið helmingurin av teimum fulltíðarsettu. Tá kreppan bhyrjaði, vóru 11.000 fulltíðarsett starvsfólk í SAS.

Fyrr hevur TV2 Lorry greitt frá, at SAS hevur lagt upp til at siga úr starvi 600 av donsku kabinustarvsfólkunum.

Tað er umleið helmingurin.

Tað hendi, eftir at SAS fyrst í juni takkaði nei til at halda fram við lønarendurgjaldsskipanini, sum tey hava fingið frá danska statinum.

Í staðin fóru tey undir samráðingar um at siga úr starvi tey 1700 donsku starvsfólkini. Í einum telduposti til starvsfólkini lovaði SAS, at tey donsku starvsfólkini seinast 30. juni skuldu hava fingið greið boð.

Virkandi kunningarstóri hjá SAS, Sille Beck-Hansen, skrivar í ein einum telduposti til Ritzau, at samráðingar við fakligu felagsskapirnar nú eru endaðar.

Tey raktu starvsfólkini fáa boð mánadagin.

– Vit verða tíverri noydd at siga fleiri dugnalium og trúgvum starvsfólkum farvæl.

– Tað er ógvuliga harmuligt, at vit eru noydd at taka hetta stóra stigið. Men tað er neyðugt fyri at tryggja, at SAS ikki skal fara av knóranum, skrivar honum í teldupostinum.

Hon upplýsir, at SAS ikki hevur aðrar viðmerkingar í løtuni.

Útbrotið av koronuvirus hevur rakt flogvinnuna hart.

Ferðaavmarkingar og marknastongsul hevur merkt, at flogførini als ikki hava flogið.

Tað hevur ført til stór tap hjá flogfeløgum.

Norska tíðindastovan NTB hevur fyrr greitt frá, at SAS hevur selt ferðir fyri umleið 4,6 milliardir krónur, sum tey rokna við at verða avlýstar.

Um miðan juni boðaði flogfelagið frá, at tørvur var á út við níggjum milliardum krónum.

Tað hava svenski og danski staturin, sum eiga ávikavist 14,8 og 14,2 prosent av partapeninginum, lovað at veitt.

Aðrir íleggjarar skulu tó eisini spýta í kassan.

Flogførini hjá SAS eru so spakuliga á veg á flog aftur. Frá fyrst í juni er latið upp aftur á fleiri leiðum, og fleiri verða lætnar upp í juli.

Tá fer eitt nú at bera til at flúgva úr Keypmannahavn til eitt nú Italia – eitt nú Vennesia og Pisa.

/ritzau/