SAS økir túratalið um summarið

Men skerja tað um veturin

Skandinaviska flogfelagið SAS hevur kunngjørt, at felagið fer at økja um talið av túrum til Føroyar í hásesong. Tað skrivar miðilin check-in.dk.


Sum nú flýgur SAS sjey ferðir um vikuna millum Føroyar og Danmark, men verður túratalið komandi summar økt til níggju túrar. Økta túratalið fer at galda frá viku 27 til viku 32 og liggja nýggju túrarnir mánadag og hósdag, tá flogfelagið stovnar ein nýggjan túr úr Keypmannahavn klokkan 18.45 í danska tíð og aftur úr Føroyum klokkan 20.50 føroyska tíð.


Meðan ferðandi kunna fegnast yvir fleiri túrar hásesong, so hava teir alla orsøk at vera misnøgd við, at skandinaviska flogfelagið sker í túratalinum um veturin. Í fjørvetur minkaði SAS um talið av túrum úr sjey til fimm og komandi vetur er ein túrur aftrat tikin úr skránni. Sostatt fer flogfelagið einans at flúgva til Føroyar fýra ferðir um vikuna komandi vetur.