Skandinaviska flogfelagið SAS hevur bílagt 30 nýggj flogfør av slagnum Airbus A320 og fer møguliga at bíleggja 11 afturat. Tað fyrsta flogfarið kemur ætlandi í seinnu helvt av 2016 og tað seinasta í 2019.
SAS sigur, at felagið hevur valt Airbus A320-flogfarið, tí tað er serliga umhvørvisvinarligt.
Samstundis kunnger felagið, at frá 2015 verða flogførini, sum flúgva tær meðallongu ruturnar, býtt í tveir bólkar. A320-flogførini skulu hava høvuðsstøð í Keypmannahavn og Boeing 737NG-flogførini í Stockholm og Oslo.