SAS ger tvær avlýsingar á Føroyarutuni

 

Í kvøld hevur SAS boðað frá, at 205 fráferðir eru avlýstar. Hesar avlýsingarnar raka eisini SAS-flogfarið, ið skal til Føroyar í morgin. 

Flogfarið, sum skuldi lenda í Vágum Keypmannahavn klokkan 12:15 er avlýst, samstundis sum fráferðin úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 13:05 eisini er avlýst. Tað sæst á heimasíðuni hjá Vága Floghavn:

##med2##

##med3##

SAS hevur boðað frá, at har fríggjadagin í øllum førum verða gjørdar 334 flogferðir, sum verða gjørdar í samstarvi við onnur útlendsk flogfeløg. Men túrarnir til Føroya eru ikki við í hesum. Atlantic Airways hevur boðað frá, at tey ikki eru sinnað at taka slíkar uppgávur á seg í samband við verkfallið. Les meira um tað HER.