Hetta ávirkar eisini Atlantsflog og hevur millum annað havt við sær, at ferðafólk hjá Atlantsflog ikki hava fingið viðførið við sær í flogfarinum í gjár.
Í morgun hava starvsfólkini havt fund við álitisfólk. Eftir fundin eru boðini, at tey taka ikki arbeiðið uppaftur.
Tað upplýsir Henrik Bay-Clausen, formaður hjá 3F í Kastrup, fyri DR. Tað sama sigur álitismaðurin Kim Riis Buchholdt við TV2.
Síðani leygardagin hava fólkini, sum fáast við viðføri, niðurlagt arbeiði í Københavns Lufthavn. Orsøkin er ónøgd við skeivar arbeiðstíðir og lág løn.
Arbeiðssteðgurin, sum er í stríð við sáttmálan, hevur ført til fleiri seinkingar og trupulleikar við at fáa viðføri við flogførum.
Í gjár álegði arbeiðsrætturin starvsfólkunum at taka arbeiðið uppaftur í dag. Tað skuldu gerast »straks og í seinasta lagið til vanliga arbeiðstíð í morgun«, stóð í avgerðini hjá Arbeiðsrættinum.
Eftir boðini í morgun, um at starvsfólk ikki ætla sær aftur til arbeiðis, fer Arbeiðsrætturin aftur at viðgera málið, skrivar DR.
Fólkini hjá SAS, sum fáast við viðføri, arbeiða hjá SAS Ground Handling (SGH). SGH tekur sær av viðførinum hjá fleiri flogfeløgum og ikki bara hjá SAS.
Millum annað tekur SGH sær av viðføri hjá Aegean, Air France, KLM, Lufthansa – og føroyska Atlantsflog.
Saman við SAS kunnu hesini feløgini verða ávirkað av arbeiðssteðginum.
Sambært Jacob Pedersen, partabrævagreinara í Sydbank, sum hevur gott innlit í loftferðsluvinnuna, fer arbeiðssteðgurin eftir øllum at døma at kosta SAS »nakrar milliónir« í útreiðslum til millum annað endurgjald til ferðandi.
– Nakað fáa vit helst aftur í endurgjaldi, tí hetta er í stríð við sáttmálan, sigur Jacob Pedersen.
/ritzau/