SAS-flogskipari hevði drukkið

Løgreglan í Stockholm steðgaði í gjár einum flogskipara hjá SAS í Arlanda-floghavnini, tí tað vísti seg, at maðurin hevði drukkið. Aftonbladet skrivar, at manningin á einum flogfari hjá SAS var til eina vanliga eftirlitskanning hjá løgregluni, sum avdúkaði, at promillan hjá flogskiparanum var 1,0. Hann fekk alt fyri eitt at vita, at hann slapp ikki á flog.

Hámarkið fyri flogskiparar er 0,2 promillu, men hjá SAS eru reglurnar strangari. Tær siga, at flogskipararnir skulu vera alkoholfríir minst átta tímar undan fráferð.

SAS-flogskiparin er tann fyrsti, sum er tikin í Arlanda fyri positiva alkoholroynd, síðani lógin, sum gevur løgregluni heimild til at kanna flogmanningar, kom í gildi í 2010. Tað er ikki greitt, hvørjum landi flogskiparin er úr.