SAS-flogskiparar fara í verkfall

Flogskipararnir samráðast ikki við SAS um nýggjan sáttmála

Eingin semja er funnin í samráðingunum um nýggjan sáttmála millum SAS og norðurlendsku flogskipararnar hjá felagnum. Hetta hevur við sær, at flogskipararnir nú boða frá, at teir fara í verkfall fríggjadagin 26. apríl, um eingin semja kemur áðrenn tá. 

Hetta skrivar SAS Pilot Group í tíðindaskrivi til danskar miðlar.

SAS Pilot Group umboðar flogskiparar í Danmark, Noregi og Svøríki, og møguliga verkfallið verður galdandi fyri øll trý londini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at órógv er í samráðingunum millum SAS og flogskipararnar í felagnum.

Nú skal nýggj semja fáast í lag millum partarnar báðar, og um tað ikki eydnast, verður verkfallið sambært flogskiparunum sett í verk á midnátt 26. apríl.

Ósemjan er komin í sambandi við óstøðugar arbeiðstíðir. Meginparturin av flogskiparunum hava ikki tamarhald á nær ella hvussu leingi, teir skulu arbeiða, sigur formaðurin í Dansk Pilotforening við danskar miðlar.