Norðurlendska flogfelagið SAS hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar, og covid-19 og verkfall hava bara gjørt støðuna verri.
Róð hevur verið fram undir, at framtíðin hjá SAS var í vanda, tí felagið hevur risastóra skuld, og raksturin hevur ikki verið nóg góður.
SAS hevur havt sonevnda konkursverju í USA, sum hevur givið fyritøkuni frið at arbeiða við fíggjarstøðuni hjá felagnum.
Nú hevur amerikanska íløgufelagið Apollo Global Management játtað SAS lán upp á 5,1 milliard krónur, og tað tryggjar leiðsluni í SAS umstøður at umskipa felagið næstu mánaðirnar.
Ein av sentralu lutnum í nýskipanini er at gera sparingar í rakstrinum, so SAS verður bíligari at reka frameftir.