Tað hevur leingi verið talan um, at flogskipararnir hjá SAS møguliga fara í verkfall í morgin, 26 apríl. Tað veldst um, hvørt flogskipararnir fáa nýggja avtalu í lag við SAS áðrenn.
Í kvøld hevur SAS so tikið avgerðina um at avlýsa fleiri fráferðir inntil á middegi í morgin. Talan er um 205 flogerðir í alt. Fyrstu fráferðirnar, ið eru avlýstar, eru klokkan 06 um morgunin til Oslo og Palma de Mallorca.
SAS velur at avlýsa tær nógvu fráferðirnar fyri at sleppa undan vandanum fyri, at ferðafólk og mannskap verða strandað á flogvøllum uttan fyri Norðurlond.