SARS
Árni Joensen:
Higartil hava granskarar hildið, at SARS-virusið var rættiliga støðugt, men nú ávara granskarar hjá WHO um, at virusið kann gerast uppaftur hættisligari, enn tað hevur víst seg at vera, síðani tað fyrstu ferð varð staðfest.
Á einari ráðstevnu í Singapore um vikuskiftið segði Marie-Paule Kiney hjá WHO, at SARS-virusið mennist, og at tað er neyðugt hjá granskarunum at kanna tað nærri og at halda eyga við møguligum broytingum. Summir granskarar halda, at virusið hevur serlig evni til at laga seg eftir ymsum umstøðum, og at tað mennist nógv skjótari enn higartil hildið.
Higartil eru 804 fólk deyð av SARS, og umleið 8.400 hava havt ella hava sjúkuna. Seinastu tíðina eru tilburðirnir fækkaðir nógv, men hava granskararnir hjá WHO rætt, kann sjúkan fara at taka seg uppaftur og tá kanska sum ein uppaftur verri sjúka enn higartil.