SARS á Taiwan

Ein 44 ára gamal granskari, sum arbeiðir á einari rannsóknarstovu á Taiwan, hevur fingið ta herviligu lungjasjúkuna SARS.

Hetta er tann fyrsti tilburðurin av sjúkuni í fleiri mánaðir, og heilsumyndugleikarnir eru serliga ansnir, tí tann sjúki granskarin var á einari ráðstevnu í Singapore fyrr í hesum mánaðinum. Spurningurin er so, um hann hevur fingið smittuna har ella undir arbeiðinum á rannsóknarstovuni. Fyribils verður hann hildin í einrúmi í tríggjar vikur, meðan sjúkueyðkennini verða kannað.

SARS tók seg upp í Kina fyri júst einum ári síðani, og teir næstu mánaðarnar kravdi sjúkan meiri enn 800 mannalív. Umleið 8.500 fólk í meiri enn 30 londum vórðu smittað, og sjúkan gjørdi mest um seg í Kina, Hongkong, Taiwan, Singapore og Kanada. Tann 5. juli kunngjørdi heimsheilsustovnurin WHO, at tann seinasti sjúklingurin var vorðin frískur. Men nú er sjúkan so staðfest aftur.