SARS-læknin horvin

Kinesiski hernaðarlæknin Jiang Yanjong, sum fyri einum ári síðani avdúkaði, at teir kinesisku myndugleikarnir duldu sannleikan um sjúkuna SARS, er horvin. Í Kina bleiv læknin roknaður sum hetja, tí hann setti seg upp ímóti myndugleikunum, sum royndu at dylja, hvussu nógv SARS hevði breitt seg.

Fyri nøkrum mánaðum síðani skrivaði Jiang Yanjong myndugleikunum í Beijing bræv, har hann bað teir umhugsa krøvini frá studentunum um meiri demokrati. Tann 1. juni fóru hann og konan sum vant til arbeiðis á einum hernaðarsjúkrahúsi í høvuðsstaðnum, men síðani hevur eingin sæð tey. Tey bæði eiga eina dóttur, sum býr í USA, og hon heitti í gjár á myndugleikarnar um at kanna, hvat er vorðið av foreldrunum.

Sjálv sigur Jiang Rui, at hon hevur spurt heilsumyndugleikarnar, um teir vita, hvar foreldur hennara eru, men at hon hevur fingið løgin svar. Tí heldur hon, at myndugleikarnir vita meiri, enn teir siga.