SARS kann koma aftur í heyst

Serfrøðingar stúra fyri, at lungnasjúkan SARS kann fara at gera um seg aftur í heyst, men heilsuverkini siga seg vera betur før fyri at møta avbjóðingini.

Tíðarritið Journal of Epidemiology and Community Health hevur spurt níggju altjóða serfrøðingar, um lungnasjúkan SARS kann fara at gera um seg eina ferð afturat. Tríggir teirra svara játtandi, fýra ivast, og tveir halda ikki, at sjúkan kemur aftur.

-Vandi er fyri, at vit fáa nakrar tilburðir seinni í ár, samstundis sum aðrar vanligar virussjúkur so sum influensa fara at gera um seg, sigur Martyn Regan á bretska heilsustovninum Health Protection Agency.

Teir níggju serfrøðingarnir eru á einum máli um, at tað er alneyðugt at halda eyga við sjúkuni, og teir eru eisini samdir um, at tað er neyðugt við munandi betri avbyrgingarskipanum á sjúkrahúsunum at forða fyri, at sjúkan breiðir seg so skjótt sum seinast.

Abu Abdullah, professari á lærda háskúlanum í Hongkong, sigur, at einasti máti at tálma SARS er at forða fyri, at sjúkan sleppur at breiða seg.

Hvar SARS kann fara at gera um seg aftur, hava serfrøðingarnir einki boð uppá.

SARS varð fyrstu ferð staðfest í Kina fyri einum góðum hálvum ári síðani, og síðani eru meiri enn 800 fólk deyð av sjúkuni. Umleið 8.000 fólk fingu sjúkuna, sum elvdi til stúran kring allan heimin.

Men serfrøðingarnir eru á einum máli um, at í nógvum londum er heilsuverkið betur ført fyri at taka sær av sjúkuni, skuldi hon komið aftur. Nógv lond hava sett serligar viðgerðarskipanir í verk, og á fleiri sjúkrahúsum eru serlig avbyrgingarrúm gjørd fyri at forða smittu.

Samstundis royna serfrøðingar at staðfesta, hvar virusið heldur til. Teir halda, at virusið hevur sín uppruna millum fólk, sum fáast við djórahald. Eydnast tað at finna sjálvan upprunan, fer tað kanska eisini at bera til at útrudda virusið, siga serfrøðingarnir.