Í gjár kunngjørdi WHO, at ferðafólk, sum ætla sær til Taiwan, nýtast ikki longur at stúra fyri herviligu lungnasjúkuni SARS, tí smittuvandin har er sera lítil. Fyrradagin kunngjørdi stovnurin, at nú kunnu fólk aftur ekkaleys ferðast til allar landspartar í Kina við undantak av sjálvum høvuðsstaðnum Beijing.
WHO sigur, at smittuvandin er hasaður av í øllum teimum londunum, sum SARS er staðfest í. Fólk, sum fingu sjúkuna, eru vorðin frísk, og tað er langt ímillum, at tað frættist um nýggjar tilburðir.
Heimsheilsustovnurin sigur eisini, at eftirlitið við sjúkuni er bøtt munandi seinastu tíðina.