Nicolas Sarkozy viðurkendi í kvøld, at hann hevði tapt franska forsetavalið í dag.
-Frakland hevur fingið annan forseta. François Hollande er landsins forseti, og vit skulu hava virðing fyri honum, segði Sarkozy í røðu fyri viðhaldsfólki í París. Hann legði afturat, at hann hevði ringt til Hollande og ynskt honum tillukku við valsigrinum og góða eydnu í embætinum.
Ein part av valskeiðinum var Nicolas Sarkozy tann best umtókti franske forsetin síðani Charles de Gaulle, men vatnandi úrslit hava gjørt, at hann bleiv tann fyrsti forsetin, sum ikki bleiv afturvaldur, síðani Valery Giscard d´Estaing noyddist at lata François Mitterrand forsetaembætið í 1981.










