Munurin millum tey bæði fremstu forsetavalevnini í Fraklandi, sosialistin François Hollande og tann borgarliga Nicolas Sarkozy, er farin at minka.
Eftir teirri seinastu meiningakanningini styðja 31,5 prosent Hollande og 27 prosent Sarkozy. Sostatt er munurin teirra millum nú 4,5 prosentstig samanborið við sjey prosentstig fyri átta døgum síðani. Fleiri aðrar meiningakanningar vísa ta somu gongdina.
Nicolas Sarkozy vónar at vinna forsetavalið í seinna umfari, sum verður tann 6. mai, tí tá væntar hann at fáa atkvøður frá teirri høgrasinnaðu Marie Le Pen og miðpolitikaranum François Bayrou. Roknað verður við, at tey bæði fara at fáa góð 10 prosent í part í fyrra valumfari.