Franskmenn atkvøddu í gjár í øðrum umfari av fylkisvalinum, og úrslitið er greitt - Fraklendingar hava tikið Nicolas Sarkozy til sín aftur. Konservativi flokkurin og tess stuðulsflokkar vunnu millum 66 og 70 av teimum 101 fylkjunum. Sosialistiski flokkurin fær millum 27 og 31 fylki, meðan Front National hjá Marie Le Pen einki fylki vann, hóast valundirtøkan var tann hægsta nakrantíð.
Valskipanin er ein sokallað first-past-the-post skipan, í tveimum umførum. Við fyrsta umfar krevst, at ein flokkur fær yvir 50 prosent av atkvøðunum, fyri at vinna valið. Um eingin megnar hetta, verður eitt seinna valumfar, har flokkarnir við bestu undirtøkuni frá fyrra valumfarinum sleppa at vera við. Í øðrum valumfari er vinnarin tann, ið fær flest atkvøður.
Nicolas Sarkozy segði eftir at fyrstu fyrstu forsøgnirnar komu, at ongantíð áður hevur flokkurin vunnið so nógv fylkisval, og at tað var púra greitt, at fraklendingar høvdu vent forsetanum Francois Hollande, forsætisráðharranum Manuel Valls og sosialistiska flokkinum bakið.
Eygleiðarar siga, at tað tykist sum um, at avgerðing hjá Sarkozy at stevna móti miðjuni, heldur enn longur út á høgru, er grundarlagið undir stóra sigrinum.
Víðgongdi høgraflokkurin Front National hjá Marie le Pen hevur ikki vunnið nakað fylki, men hevði tó eitt gott val. Mett verður, at flokkurin fekk um 25 prosent av atkvøðunum. Marie le Pen fegnast um stóru framgongdina hjá flokkinum og sigur, at málið er enn sum áður at vinna forsetavalið í 2017. Higartil er líkt til, at hon sleppur víðari í annað umfar av forsetavalinum, eins og faðir hennara Jean-Marie le Pen í 2002. Men líkindini at vinna forsetavalið eru enn smá, siga franskir eygleiðarar.










