Sarkozy skal tryggja vápnahvíld

Franski forsetin er farin til Egyptalands, har hann skal royna at fáa vápnahvíld í lag í Gaza Í løtuni verður av øllum alvi roynt at fáa í lag vápnahvíld í Gaza, har ísraleski herurin hevur tikið seg fram seinastu dagarnar. Stríðið hevur verið hart, og nógv fólk hava ligið eftirá.

Franski forsetin Nicolas Sarkozy er eisini farin uppí og hevur sett kós ímóti Egyptalandi, har hann skal standa á odda fyri samráðingum um eina 48 tíma vápnahvíld.

Stórt altjóða trýst er lagt á Ísrael fyri at fáa tey at gevast við stríðnum í Gaza, men enn hevur Ísrael ikki latið við seg koma.

Tíðindastovan AFP vil verða við, at 512 palestinar hava latið lív í stríðnum higartil. Av teimum eru 87 børn.