Sarkozy skal til avhoyringar

Fráfarandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, kann vænta at fáa boð frá ákæruvaldinum um at koma til avhoyringar í summar í sambandi við ymisk mál um korrupsjón. Fotsetaembætið hevur forðað ákæruvaldinum at krevja hann til avhoyringar, men nú hann fer úr embætinum í næstu viku, fer ákæruvaldið væntandi at venda sær til hansara.

Sambært fronskum fjølmiðlum vil ákæruvaldið sleppa at tosa við Sarkozy um fleiri mál. Eitt nú fer ákæruvaldið at spyrja hann um tíðindini um, at hann fekk nógvar pengar frá ríkkvinnuni Lilian Bettencourt til forsetavalstríðið, eins og hann verður spurdur um møguligt mutur í sambandi við ein vápnasáttmála millum Frakland og Pakistan.

Francois Hollande, sum vann franska forsetavalið, tekur við embætinum týsdagin.