Sarkozy og Dalai Lama hildu fund

Myndugleikarnir í Kina eru sera misnøgdir við, at fanski forsetin, Nicolas Sarkozy, hitti andaliga leiðaran hjá tibetanum, Dalai Lama, leygardagin. Kinesisku myndugleikarnir siga, at avgerðin hjá forsetanum at hitta Lama er ein háðan ímóti kinesisku tjóðini og kann skaða viðurskiftini landanna millum.

Nicolas Sarkozy hitti Dalai Lama í polska býnum Gdansk, hagar teir vóru komnir at hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin, síðani Lech Walesa, fyrrverandi oddamaður í Solidaritet og fyrrverandi forseti í Póllandi, fekk friðarheiðursløn Nobels. Í viðmerkingini úr Beijing sigur kinesiska stjórnin, at viðurskiftini í Tibet eru eitt kinesisk innanríkismál, og tí eigur franski forsetin ikki at umrøða tey viðurskiftini við ein politiskan útlagnan sum Dalai Lama.

Á einum tíðindafundi royndi franski forsetin at sissa kinesisku stjórnina við at siga, at fundurin við Dalai Lama snúði seg als ikki um viðurskifti, sum hava við stjórnina í Beijing at gera.