Sarkozy og Cameron sum reyðar kýr

Orðalagið var alt annað enn vinarligt, tá franski forsetin, Nicolas Sarkozy, og bretski forsætisráðharrin, David Cameron, fóru at keglast á ES-leiðarafundinum um vikuskiftið.

Sarkozy segði seg vera deyðatroyttan av Cameron, tá tað snýr seg um evruna. Hann vísti á, at bretski forsætisráðharrin vil ikki vita av evruni, men at hann kortini krevur at fáa ávirkan, nú evran skal bjargast.

Sambært bretskum fjølmiðlum fekk David Cameron kortini sín vilja, tí tey 10 ES-londini, sum standa uttan fyri evrusamstarvið, skulu á fundin mikudagin at taka avgerð um tiltøkini, sum skulu hjálpa evrulondunum burtur úr skuldarkreppuni.