Í Fraklandi hevur Nicoloas Sarkozy, forseti, togað seg inn á sosialistin Francois Hollande, sum sum verður hansara harðasti mótstøðumaður á forsetavalinum, sum verður í apríl og mai. Men hóast framgongdina hjá Sarkozy er tað framvegis líkt til, at Hollande kann vinna.
Ein nýggj meiningakanning hjá blaðnum Le Journal du Dimanche vísir, at í fyrra valumfari, sum verður tann 22. apríl, fer Francois Hollande at fáa 28 prosent av atkvøðunum og Nicolas Sarkozy 26 prosent.
So lítil hevur munurin ikki verið, síðani uppstillingin var liðug, men sama kanning vísir, at í seinna valumfari tann 6. mai fer Hollande at vinna við 54 prosentum ímóti 46.
Sarkozy vónar, at tey, sum velja ta høgrasinnaðu Mariane Le Pen í fyrra umfari, fara at geva sitandi forsetanum krossin í seinna umfarinum.