Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sigur nú, at hann er til reiðar at fara av fundinum hjá G20-leiðarunum seinni í mánaðinum, um leiðararnir ikki kunnu semjast um at avmarka bonus-gjøld hjá stjórum í bankum og øðrum fíggjarstovnum.
Starvsfólkastjórin hjá forsetanum, Claude Gueant, segði við útvarpsstøðina RTL í morgun, at Sarkozy leggur sera stóran dent á at fáa reglur, sum avmarka rásarúmið hjá bankum og fíggjarstovnum.
Fundurin hjá G20-leiðarunum verður í Pittsburgh í USA 24. og 25. september.