Franska blaðið Journal du Dimanche visti í gjár at siga, at Nicolas Sarkozy, forseti, og unnusta hansara, italska songkvinnan Carla Bruni, skulu giftast tann 8. ella tann 9. februar. Sambært blaðnum hevur Sarkozy givið unnustuni ein trúlovingarring við einum diamanti, og afturfyri skal hon hava givið honum eitt ur frá tí kenda sveisiska urmakaranum Patek Philippe. Nicolas Sarkozy og Carla Bruni hittust fyrstu ferð í novembur í fjør. Forsetin hevur verið giftur tvær ferðir fyrr, og nógvir fransmenn halda lítið um, at hann ætlar at gifta seg aftur. Tað er í hvussu er ein orsøk til, at forsetin hevur mist undirtøku ímillum veljararnar í seinastuni, skrivar NTB.