Sarkozy fekk pengar frá Gaddafi

Fyrrverandi libyski leiðarin Muammar Gaddafi var við til at fíggja valstríðið hjá Nicolas Sarkozy upp undir forsetavalið í 2007. Tað sigur Bechir Essed, sum er sakførari hjá fyrrverandi libyska forsætisráðharranum Baghdadi al-Mahmudi.

Essed sigur við tíðindafólk í Tunis, har Mahmudi býr í útlegd, at Sarkozy fekk stuðul frá Gaddafi og nøkrum av hansara samstarvsmonnum. Tilsamans var talan um 50 milliónir evrur.

Fyrr í vikuni kom fram, at Sarkozy ætlaði at stevna einari

heimasíðu hjá vinstrasinnaðum, tí tey høvdu skrivað, at Sarkozy fekk pengar frá Gaddafi til valstríðið í 2007.