Sarkozy fær harðari kapping

Tað fall neyvan í góða jørð hjá franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, tá ein av hansara politisku kappingarneytum kunngjørdi, at hann stillat upp á forsetavalinum næsta ár.

Tann nýggi avbjóðarin er fyrrverandi forsætisráðharrin Dominique de Villepin.

-Eg ætli mær at savna allar fransmenn, bæði teir til vinstru og teir til høgru og teir í miðjuni, segði Villepin við sjónvarpið TF1 í kvøld.

Dominique de Villepin var upprunaliga floksfelagi hjá Sarkozy, men í summar stovnaði hann eina borgarliga rørslu. Eftir meiningakanningunum at døma hevur hann ikki stórvegis undirtøku millum veljararnar, men eygleiðarar siga, at hann kann taka atkvøður frá Sarkozy. Verandi forsetin hevur ikki sagt, at hann fer at stilla uppaftur, men tey flestu vænta, at hann fer at stilla upp.

Fronsku sosialistarnir gjørdu herfyri av at stilla François Hollande upp sum valevni á forsetavalinum, sum verður í vár.