Fronsku veljararnir, sum vóru óvanliga nógvir í tali á forsetavalinum í gjár, lótu ongan iva vera um, at teir vilja hava annaðhvørt tann konservativa Nicolas Sarkozy ella sosialistin Ségoléne Royal at loysa Jacques Chiorac av.
Sum væntað fekk Sarkozy flestar atkvøður, og hann endaði á 31,11 prosentum. Tað kom heldur ikki óvart á nakran, at Royal fekk næstflestar atkvøður við sínum 25,84 prosentum.
Miðflokkamaðurin Francois Bayrou, sum eitt skifti sá út til at kunna hótta tey bæði oddavalevnini, fekk 18,55 prosent í gjár, og tann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen fekk 10,51 prosent.
-Við at geva mær flestar og frú Royal næstflerstar atkvøður hava veljararnir greitt boðað frá, at teir vilja hava eitt avgerandi orðaskifti um tvær ymiskar hugsjónir, tvey ymisk samfeløg ogt tvær ymiskar skipanir, segði Nicolas Sarkozy á høvuðsstøðini hjá konservativa UDF-flokkinum í París, tá tað var greitt, at forsetavalið kemur at standa ímillum hann og Ségoléne Royal.
Sarkozy vinnur
Seinna valumfar verður um 6. mai, og longu nú hava kanningarstovurnar kannað, hvat av teimum báðum valevnunum hevur bestu møguleikarnar at fáa tann neyðuga meirilutan tá. Tvær kanningar eru gjørdar. Onnur sigur, at Nicolas Sarkozy fer at vinna við 54 prosentum ímóti 46, og hin sigur, at hann fer at vinna við 52 prosentum ímóti 48. Sama kanning vísir, at teir flestu veljararnir hava í hvussu er gjørt av, hvør av teimum báðum fær krossin tann 6. mai. Heili 88 prosent siga, at tey hava tikið ta avgerðina.
Eygleiðarar siga, at valluttøkan kann fáa stóran týdning. Í gjár var hon óvanliga stór. Sambært innanríkisráðnum í París vóru 84,6 prosent av veljarunum og valdu, og tað er tað mesta í meiri enn fýrati ár. Politiskir eygleiðarar í Fraklandi siga, at tað eydnaðist Sarkozy og Royal at fáa ávikavist teir konservativu og teir sosialistisku veljararnar í valhølini, og at tað fekk avgerandi ávirkan á úrslitið.
Eygleiðararnir halda, at miðjumaðurin Francois Bayrou kann vera nøgdur við undirtøkuna, sum hann fekk í gjár. Hinvegin er lítil ivi um, at Jean-Marie Le Pen man vera sera vónsvikin, tí hann hevði eitt stak vánaligt val.