Sarkozy dragnar

Tað stendur á hjá franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, at halda tørn, nú fyrra umfar í forsetavaliinum nærkast, og sosialisturin François Hollande er farin at draga frá honum og hinum valevnunum.

Ein nýggj meiningakanning, sum stovnurin CSA hevur gjørt, vísir, at 29 prosent ætla sær at atkvøða fyri Hollande sunnudagin, og at 24 prosent ætla at seta krossin við Sarkozy. Verða tað teir báðir, sum skulu kappast í seinna umfari, fer Hollande at vinna greiðan sigur við 58 prosentum ímóti 42.

Franskir fjølmiðlar halda, at Sarkozy hevur mist takið í valstríðnum. Í mars vístu kanningarnar, at hann hevði framgongd eftir hendingarnar í Toulouse, men í seinastuni hevur Hollande vunnið seg framaftur, og Sarkozy er støðugt dragnaður.