Sarkozy í andróðri

Tað leikar hart á franska forsetan, Nicolas Sarkozy. Sambært teirri seinastu meiningakanningini eru bara 39 prosent av fronsku veljarunum nøgdir við avrik hansara í forsetaembætinum, meðan 58 prosent eru misnøgdir við avrikini. Eygleiðarar í París siga, at nógvir fransmenn eru illir inn á forsetan, tí hann fór frá konuni Ceciliu og gifti seg við italsku Carlu Bruni. Harafturat eru nógvir fransmenn illir um, at tað er vorðið dýrari at liva í Fraklandi í seinastuni, skrivar AFP.